Málslig ráðgeving

Reglugerð

Reglugerð fyri Staðarnavnanevndina

 
Vísandi til § 31, stk. 2 í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum
landsstýrisins millum landsstýrismenninar sum broytt við fráboðan nr. 100 frá 20.
november 2008 hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, eftir at hava fingið samtykki
til tess á landsstýrisfundi, fingið heimild at geva øllum stjómarráðum og stovnum undir
landinum tænastuboð um, hvussu og hvørji staðamøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum.
 
Nevndin
 
§ 1. Mentamálaráðið setur staðarnavnanevnd at umsita heimildina at løggilda
staðamøvn.
 
§ 2. Í nevndini eru fimm limir. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá stýrinum fyri
Fróðskaparsetur Føroya, ein eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni og ein eftir tilmæli frá
Føroysku málnevndini. Nevndin skipar seg við formanni, sum skal vera eitt av
umboðunum fyri Fróðskaparsetur Føroya.
 
Stk. 2. Nevndin verður vald fyri 5 ár í senn. Limirnir kunnu verða afturvaldir.
 
Stk. 3. Nevndin hevur fund eftir tørvi.
 
Stk. 4. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá nevndini.
 
Stk. 5. Limirnir fáa fundarpening og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum landsins um
fundarpening og ferðapening. Samsýningar til formannin skulu góðkennast av
landsstýrismanninum.
 
Uppgávur

§ 3. Staðarnavnanevndin ásetur form og stavseting av staðarnøvnum í almennari
nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum.
Stk. 2. Nevndin hevur skyldu at hoyra avvarðandi kommunur og myndugleikar í
sambandi við áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum, sum viðvíkja teirra øki.
 
§ 4. Staðarnavnanevndin gevur myndugleikum ráð viðvíkjandi nøvnum á almennum
støðum í Føroyum, so sum búsetingum, fyrisitingarligum eindum, samferðsluleiðum
o.ø., og somuleiðis nøvnum á føroyakortum, sum almennur myndugleiki gevur út.

Stk. 2. Nevndin kann eisini verða biðin um at taka støðu til, hvussu útlendsk støð
skulu nevnast í almennum føroyskum høpi, eitt nú í lærubókum og fjølmiðlum.
 
Stk. 3. Nevndin kann geva ráð um nøvn á privatum støðum, í tann mun biðið verður
um tað.

Formur og stavseting

§ 5. Við áseting av formi og stavseting av føroyskum nøvnum er meginreglan tann, at nøvn skulu vera í samsvari við almenna føroyska rættskriving. Atlit eigur at verða tikið til málsligan uppruna, um hann er kendur, men eisini til siðvenju og lokala nýtslu.

Stk. 2. Við áseting av formi og stavseting av útlendskum nøvnum eigur atlit at verða tikið bæði til føroyska siðvenju, tá ið hon má haldast at hava vunnið hevd, og til altjóðareglur hjá UNGEGN (United Nations Group of Experts on Geographical Names). Nevndin kann leita sær serkøna hjálp eftir tørvi.

Avgerðir

§ 6: Staðarnavnanevdin hevur heimild at taka avgerðir í staðarnavnaspurningum. Avgerðir hjá staðarnavnanevndini kunnu kærast til landsstýrismannin í mentamálum.

Gildiskoma

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.


Mentamálaráðið, 06.07.2010
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna

Leivur Harryson
aðalstjóri