Fyrisetingar – býir og bygdir í hvørjumfalli
Umhvørvisstovan umsitur adressuskránna og hevur tí javnan brúk fyri at nevna býir og bygdir. Hesi skulu sjálvsagt bendast rætt, og tískil hevur Umhvørvisstovan gjørt ein lista við bý- og bygdarnøvnum. Umframt at siga, hvussu býurin ella bygdin nevnist í hvørjumfalli, síggjast fyrisetingarnar eisini í listanum.
Dømi 1: Eg búgvi á Argjum. Eg eri av Argjum.
Dømi 2: Hann býr við Gjógv og er ættaður frá Gjógv.
Her ber til at síggja ein lista við bygdum og býum í hvørjumfalli, og hvussu fyrisetingar (Fs.) verða brúktar.