Norsk Språkråd
Norsk Språkråd
Skrivst.:
Språkrådet,
Observatoriegata 1 B,
N-0254 Oslo (ved Solli plass)
Postur:
Språkrådet,
Postboks 8107 Dep,
N-0032 Oslo
www.sprakradet.no
Språkrådet ráðgevur, miðlar kunnleika, setur í gongd samstarv og hevur eftirlit við tí norska málpolitikkinum.
Norska Språkrådet arbeiðir við at styrkja norska málið og málsligu variasjónina í Noregi. Språkrådet er tað almenna ráðið, ið viðger málsligar spurningar og hevur fingið til uppgávu frá norska mentamálaráðnum at hava eyguni við tí førda norska málpolitikkinum.
Í Noregi er norskt almenna málið. Tá talan er um norskt mál, tosa vit samstundis um tvey málslig snið – bokmål og nynorskt. Norskt mál er í stórari kapping við enskt mál, serliga í vinnulívi og hægri útbúgving. Tí hava norsku myndugleikarnir gjørt av, at tryggjast skal norska málinum eina sterka støðu. Språkrådet skal geva tí almenna, vinnulívinum og fólki yvirhøvur eitt álit á, at norskt mál er eitt nóg gott samskiftisamboð.
Samstundis skulu sámisku málini, norska teknmálið, kvenskt, romani og romanes styrkjast. Hesi málini hava eina langa siðvenju í Noregi. Í sambandi við øktu innflytingina er haraftrat ein ørgrynna av nýggjari minnilutamálum eisini at finna í Noregi.
Stýrið í Språkrådet hevur mentamálaráðharrin tilnevnt. Språkrådet hevur fýra fakráð, sum eru mannað við málfrøðingum og málsliga tilvitaðum fólki annars úr øllum samfelagnum. Hesi fakráð virka sum tilvísingarbólkar. Í norska Språkrådet starvast fleiri enn 30 fólk.