Málslig ráðgeving

Grønlandsk Sprognævn

Oqaasiliortut - Grønlands Sprognævn


Oqaasileriffik / Sprogsekretariatet
Boks 980,
GL-3900 Nuuk
www.oqaasileriffik.gl

Grønlandsk Sprognævn hevur til uppgávu at savna, skrásetta og góðkenna nýggj grønlendsk orð, snið og máliskur – eisini styttingar.

Haraftrat skal Grønlandsk Sprognævn vegleiða myndugleikum og almenninginum í málspurningum. Hon skal eisini samstarva við teir stovnar, sum geva út navnaskráir ella taka støðu í málum um grønlendska navnatilfarið.

Sambært grønlendsku heimastýrislógini hevur Grønlandsk Sprognævn millum annað eisini til uppgávu at ritstjórna og geva út grønlendska stavsetingarorðabók, at seta reglur fyri teknseting, stavseting og tílíkum, at upplýsa um grønlendskt mál í mentanarligum tíðarritum og at samstarva við Grønlands Stednavnenævn og samsvarandi stovnar í Norðurlondum og í øðrum londum, við serligum denti á inuitt-samfeløgini í Kanada, USA og Russlandi.

Landsstýrið velur teir fimm málnevndarlimirnar fyri fýra ár í senn. Á Oqaasileriffik starvast 6 fólk.