Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Mangt av tí, sum verður tikið fram her, hevur verið frammi fyrr, t.d. í Orðafari, sum er málgagnið hjá málnevndini. Orðið regla hevur mangan verið havt á lofti.
Regla kann vera ein linja ella ein strika, men tað kann eisini merkja viðtøka ella reglugerð fyri okkurt. Men sama hvør merkingin er, eitur tað altíð reglur í fleirtali.
Vit hoyra ofta formin reglar í fleirtali, men hann er ikki rættur. Tað eitur altso reglurnar fyri spælið, reglurnar fyri felagið. Vit hava reglur fyri ludo, reglur fyri V-4, reglur fyri Gekkin, reglur fyri 6 í rútara o.s.fr. o.s.fr.
Tað eitur um vikuskiftið, t.d. um vikuskiftið verður skipað fyri stórum dansitiltaki í ítróttarhøllini og ikki í vikuskiftinum.