Páskir (Marius Staksberg)
Jól og páskir eru millum høvuðshøgtíðirnar hjá okkum, og harumframt hava orðini tað í felag, at tey bert eru fleirtalsorð. Men meðan orðið jól er sterkt bent hvørkikynsorð, er orðið páskir sterkt bent kvennkynsorð. Í bundnum hvør- og hvønnfalli eitur tað sostatt jólini og páskirnar. Men her tykist bendingin av orðinum jól at hava ávirkað bendingina av orðinum páskir, so at tað er ikki óvanligt í dag at hoyra fólk siga um páskini. Men sambært vanligum bendingarreglum eigur tað sum sagt at vera um páskirnar, og tað eitur eisini: Páskirnar - ikki páskini - eru um fimm vikur.