Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Vanligt er at hoyra, síggja og lesa t.d. eg finni ikki skógvarnir, soleiðis at hvørfalsendingin eisini verður nýtt í hvønnfalli fleirtali. Men tað verður ikki hildið at vera gott mál, og vit royna at tala at, tá ið vit hoyra sagt soleiðis. Nakað annað, sum eisini er um at taka seg upp, er, at kvennkynsorð fáa kallkynsending. Ikki er óvanligt at hoyra eitt nú oyggjarnir fyri oyggjarnar og árarnir fyri árarnar. Stundum havi eg hoyrt eitt nú tá ið vit sóu oyggjarnir og t.d. teir løgdu árarnir inn. Her verða kallkynsendingar festar upp í kvennkynsorð. Rættast er at siga, at orð sum oyggj og ár eita oyggjarnar og árarnar í bundnum fleirtali.