Málslig ráðgeving

Fundarorð

Frágreiðing

Hesin orðalistin er grundaður á Nordisk møteordliste, sum var úrslit av samstarvi millum norðurlendsku málnevndirnar.

Charlotta af Hällström frá Forskningscentralen för de inhemska språken ritstjórnaði bóklinginum, sum Norðurlendska málráðið gav út í 2003.

Tann listin er millum danskt, finskt, føroyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt (bókmál og nýnorskt), sámiskt og svenskt. Hesin føroyski-danski/danski-føroyski orðalistin er eitt sindur broyttur og tillagaður í mun til tann norðurlendska, men hann er fyrst og fremst gjørdur, tí tað verður hildið at vera lættari at arbeiða við einum tvímálsligum orðalista enn einum millum níggju mál, og tí føroyingar serliga hava brúk fyri at týða millum føroyskt og danskt.

Nordisk møteordliste er tøkur á netinum á http://www.sprakradet.no/sprakhjelp/Skriverad/Ordlister/Ord-og-nett/Nordisk_moeteordliste/, um brúk er fyri at týða millum føroyskt og okkurt annað norðurlandamál enn danskt.