Nr. 14, januar 1989, 3. árg.
TIL LESARARNAR
Lesararnir verða bidnir um at taka útyvir, at so langt er síðan, at Orðafar sást seinast. Óhepnar umstøður hava gjørt, at steðgur kom í, men tað verður roynt at senda Orðafar regluligari út, enn verið hevur í seinastuni. Tilfarið trýtur ikki, nóg mikið er at tríva í til rættingar og leiðbeiningar, tíverri. Men ein uggi er, at víða kennist ansur fyri móðurmálinum. Allar greinirnar, sum hava verið í bløðunum til minnis um jólafundin gitna, bera vitni um tað. Eitt av endamálum Føringafelags, ið varð stovnað í hesum døgum fyri øld síðan, var at verja Føroya mál. Hesin setningur felagsins er í fullum gildi enn í dag. Málnevndin, sum sendir út Orðafar, hevur sama endamál. Hon vónar, at hon eftir evnum og førimuni kann gera nakað til at verja og røkja føroyskt mál, so at tað kann koma heilskapað ígjøgnum ta broytingartíð, ið nú er. Útheimurin hevur ongantíð verið okkum nærri í øllum lívsins viðurskiftum. Ein verndin fyri føroyskt mál er at royna at skapa tí góð og hóskandi orð um tey nýggju fyribrigdi, sum í heilum gera vart við seg. Tað er eisini eitt endamál hjá málnevndini at vera til hjálpar við at evna til nýggj orð, men fram um alt at geva ráð og leiðbeiningar í øllum málsligum spurningum og ivamálum, sum kunnu stinga seg upp. Málstovan, skrivstovan hjá málnevndini, er á Debesartrøð í Tórshavn, tlf. 12397.
FJARHITI - FARTELEFON
Fjarhiti er navn á nýggjum hitalag, ið hvussu er hjá okkum. Latið okkum royna at siga tað rætt beinanvegin. Framman fyri hjáljóð yvirhøvur verður a'ið í fyrra liði framborið stutt, t.d. fjarskotin, fjarstøða [fjarr-], men í orðinum fjarhiti byrjar annar liður við h'i framman fyri sjálvljóð, og tað h'ið ger ongar skreytir til at stytta a'ið í fyrra liði. Tí sigst tað ikki [fjarr]hiti, sum onkur vildi vera við herfyri, men [fjear]hiti.
Men í orðinum fartelefon byrjar annar liður við tí treystara ljóðinum t, og tað eigur at stytta sjálvljóðið í fyrra liði. Tí siga vit av røttum [farr]telefon og ikki [fear]telefon, ið flest tykjast hava hug at siga, eisini tey, sum hava hesa telefon um hendur. Og einaferð aftur - her verður serliga hugsað um tey, ið lesa morgunlestur: orðið varðveita eigur at ljóða [varr]veita og ikki [vear]veita, sum alt ov nógv siga.
ÁRSGAMAL
Ikki eru tey fá, ið siga og skriva "eitt ára gamal" í staðin fyri ársgamal, sum tey áttu. Orðið ár eitur ára í hvørsfalli í fleirtali; tí eitur tað t.d. fimm ára gamal, men í eintali er hvørsfalsformurin árs. Orðasambandið "eitt ára gamal" er tí málsliga skeivt. Í fornum máli varð talorðið eisini bent í hvørsfalli: eins árs gamalt, men tað ber ikki til longur. Skal talorðið við, kundu ráðini verið at nýtt hvønnfall í staðin: eitt ár gamal. Her er tó at hava í huga, at næstu bæði tølini ber til at hava í hvønnfalli og ár í hvørsfalli flt.: tvey ára gamal, trý ára gamal. Kundi tað tí eisini itið eitt árs gamal? Helst ikki. Í gomlum máli - eins og í nútíðaríslendskum - vóru talorðini eisini í hvørsfalli: tveggja ára og þríggja ára.
Heldur ikki er skil í orðasambandinum "eitt ára fongsul", sum onkur segði. Heldur eitt nú fongsul í eitt ár (ella eitt árs fongsul??)
SPÓNUR
Tað er í "spønum" varð tikið til í útvarpsleiki nýggjársdag. Tað er ikki eina ferð, at orðið spónur kemur skeivt fyri í bending. Rætta bendingin er henda:
spónur
spón
spóni (ella spøni)
spónar
spønir (yngri: spónar)
spønir (yngri: spónar)
spónum
spóna
Eftir hesum mynstri kunnu vit siga, at eitthvørt fer í spønir, og tá er tað í spónum.
Gevið eisini gætur eftir, at orðið framvegis er av kallkyni í fleirtali og ikki kvennkyni, sum ofta hoyrist og sæst. Og ikki er sørt, at onkur kann hava hug at siga "spøn" í eintali og tá sum kvennkynsorð. Hetta stendur ikki fyri strongum dómi! Heldur ikki er nýggja sjálvkomna orðið "spønpláta" rætt myndað eftir mállæruni. Tað átti at itið spónpláta (ella kanska spónapláta?).
FJARUR, MEN IKKI "NÆRUR"
"Tey fjaru og næru húsini" hoyrdist sagt í útvarpsleiki. Her er okkurt rangvørgt. Fjarur hevur, tó at tað er heldur ungt, vunnið hevd sum lýsingarorð, men "nærur" skurrar illa í vandaðum máloyra. Tað kann ikki vera beint at leggja føroyskt mál so nær donskum, sum her er gjørt. "Nær" kann vera lýsingarorð á donskum, men fyri tað er ikki sagt, at tað eigur at vera so á føroyskum. Her verður ikki roynt at orða hetta um, men víst verður á vandan!
LOYPA BRELL Á - ikki "leypa" brell á
Ein, ið annars er vanur at vanda sær um málið, skrivaði fyri stuttum, at eitthvørt "leyp" brell á fólk. Hetta er ikki, sum tað eigur. Her er at hava í huga, at vit hava mong sagnorðapør, sum annað er ávirkandi, t.e. tað tekur ávirki, og hitt er óávirkandi, t.e. eingin stýring kemur aftaná, tað tekur ikki ávirki.
Í hesum føri eru sagnorðini leypa (óávirkandi) og loypa (ávirkandi) komin í bland. Í døminum omanfyri er brell ávirki, men hitt óávirkandi sagnorðið leypa er latið stýra tí. Í staðin eiga vit at seta hitt ávirkandi sagnorðið loypa, og verður dømið tá: "tað loypti brell á fólk".
Somuleiðis siga vit ikki: "Hann "leyp" øði í hana", sum tíverri ikki er so sjáldsamt, men heldur "Hann loypti øði í hana". Hann "leyp" tað út í orð" er ikki rætt mál, men "hann loypti tað út í orð". Av tí at orðini leypa og loypa í ymsum bygdarmálum eru broytt rættiliga nógv frá tí sniði, sum tey eiga at hava í felagsmáli okkara, seta vit her, hvussu tey verða bend í høvuðsheitunum:
leypa: loypur - leyp - lupu - lopin/lopið (sterkt bent)
loypa: loypir - loypti - loyptu - loypt(ur) (veikt bent)
OKSI OG NEYT
Í tíðindum og handilslýsingum verður íðuliga talað og skrivað um oksakjøt. Orðafar loyvir sær at ivast, um hetta nú altíð er tað, sum á røttum føroyskum er meint við oksakjøt. Heldur man tað vera hitt danska orðið oksekød, sum í gáloysni ella av óvitsku er flutt yvir í føroyskt. Tá ið danir tala um oksekød, hugsa teir um kjøt av neyti, neytakjøt, sum vit eiga at siga, men føroyingar eiga bert at nevna oksakjøt kjøt av oksa. Oksi er tarvur geldur sum kálvur. Oksakjøt er forkunnugt, og tí man tað "oksakjøt", sum dagliga verður umrøtt ella lýst við, sum nevnt helst ikki vera av oksa, men neytakjøt. Tað er einki minni enn lýsingarfalsan at kalla tað annað, tí hvussu skal annars rætt oksakjøt verða lýst, tá ið tað hendingaferð er at fáa?!
Orðið okse í norskum kann eisini vera føroyingum fella. Í annars málsliga væl týddari norskari søgu, ið lisin varð í útvarpi, varð sagt frá "illsintum oksa", ið mundi gjørt feigdina um seg. Nú eru oksar av spakastu friðardýrum, ið sinni ikki er skapt í. Men okse á norskum er tarvur, so hetta var ein illur tarvur av tí góða gamla slagnum.
MISFATAÐ ORÐTAK
"Ilt eyga kann einki gott sjá" verður ofta tikið til við tí í huga, at tann ið illviljaður er, dugir ikki at síggja tað góða, men roynir altíð at gera meir burtur úr tí, ið illa gongur í hond. Hetta er misfatað. Orðtakið er í tí sniði, sum nú er vanligt, eitt sindur broytt frá tí, sum tað upprunaliga. Í orðtakasavni Hammershaimbs (Savn bls. 166) er orðaljóðið "Ilt eyga skal einki gott sjá". Hetta man heldur sipa til gamla trúgv um ill eygu, sum kundu skaða tað, ið tey sóu. Hesi dømini eru úr greinini "Fornur hugsunarháttur" eftir Chr. Matras í Varðanum 4, bls. 184: "Fremmand fólk skuldu ongantíð síggja niður í mjólkarbiðið; summastaðni hava mjólkingarkonur biðið undir svintuni. - Tá ið tey drepa kálv, skuldu uttanhýsis fólk helst ikki síggja. - Summi eru altíð so kvik, tá ið fremmant fólk kemur inn, meðan tey lita, at blaka kot (ella okkurt tílíkt) út yvir litpottin. Tey krógva løgin (og tað, ið tey lita), tí eingin veit, hvørt tey, ið inn koma, ikki hava ring eygu, ella spírstungu".
BLANDAÐ ORÐAFELLI
Tað er tekin um málsliga ómegd, tá ið góð gomul orðafelli verða bronglað av lagi og blandað við onnur. Eitt nýhoyrt dømi:
"melur sum ketta um heitan greyt", skal vera "…sum hundur um heitan greyt" (gevið gætur eftir stavríminum!)
Lesarar vita helst frá fleiri at siga.
NÆSTI - ANNAR
"Hetta er hansara næsti valsigur", hevði ein tíðindamaður fyri munni. Løgið, tí tann næsti sigurin er ikki vunnin enn. Tað fer framtíðin at vísa. Hann mundi heldur meina, at tað var annar valsigur hansara. Tað er vanlig málvilla ikki at skilja millum orðini "næsti" og "annar". Mundu tey flestu kortini ikki stúrsað við, um onkur segði "Kristjan næsti" í staðin fyri "Kristjan annar" um gitna danska kongin?
HEIÐURSPORTUR
Hetta er rætta føroyska orðið og ikki "ærisportur", ið var at hoyra fyri stuttum. Hetta er vituliga flutt beint úr donskum æresport. Æra er kvennkynsorð, og nýttu vit tað, var orðið æruportur, ið tað eisini væl fær itið. Men ikki "ærisportur". Tað er vónandi so eyðsæð, at her er ikki tørvur á fleiri viðmerkingum. Men hjá hvussu mongum er tað ikki fyrsta orðið, ið kemur til hugs! So djúpt er tað danska rótfest í okkum øllum. Skal føroyskt hava lívsins vón, mega vit royna sum best at skilja millum málini og ikki lata tey vevjast saman í ein vasa. Har eiga fjølmiðlarnir at ganga á odda, tí teir ráða fyri, hvønn vegin málið fer.
HUGSHÁTTUR (YNSKISHÁTTUR) EINKI -Ð!
Sjónvarpið bar tíðindi frá skilnaðarsamkomu fyri Ronald Reagan forseta. Orð forsetans vóru tekstað á føroyskum. Tú stúrsaði við at síggja henda setning: "Gud vælsignið tykkum øll" (endurgivin eftir minni), men uggaði teg við, at tað mundi vera prentvilla. Men nei, løtu seinni sást hann aftur á skíggjanum í sama líki. Tí er neyðugt at tala at: orð í ynskishátti enda aldri við ð'i. "Gud vælsigni..." er rætta stavingin. Men í boðshátti í fleirtali enda sagnorð í gerðsøgn við -ð'i. Leggið tykkum tað í geyma! - Gævi so var.
OPINBERINGARBÓKIN
Summi hava tikið sær fyri at siga "opinberingsbókin" um "Opinbering Jóhannesar", seinastu bók í Bíbliuni. Ikki ber tað til, tí opinbering er sum kunnugt kvennkynsorð og fær ikki tí gjørt hvørsfall uttan við endingini -ar.
POSTALÍN
Mong fremmandorð hava frá gamlari tíð fingið føroyskt snið, ofta eftir eldri útlendskum formum, sum síðan eru farnir í søguna. Eitt dømi er postalín, sum fellur rættiliga væl at føroyskum málbúna, tó at herðingin ikki er fremst í orðinum. Tí skuldi als ikki verið fyri neyðini nú at fara at kalla hetta tilfarið "porselen", sum ikki er óvanligt at hoyra.
MARKNABÝUR - MARKNAÐARBÝUR
Útvarpið bar tíðindi um ein marknaðarbý onkustaðni í eysturlondum. Men av navninum á býnum skiltist, at hetta var ein marknabýur - á markinum millum tvey lond. Marknaðarbýur man vera býur har, ið einhvør marknaður er, har ið keypt verður og selt. Vit eru von at tala um marknaðarlond okkara, t.e. tey, ið keypa fisk o.a. frá okkum.