Málslig ráðgeving
23.04.2026

Hvørsfall

Lærarin peikar upp á talvuna. Har sæst ein mynd av einum ferføttum ránsdjóri. Lærarin spyr flokkin: “Hvør er her?” – “Ein úlvur!” svarar Tóri á mittastu røð. “Rætt hevur tú! – Hvønn sást tú?” – “Ein úlv!” rópa Marita og Fríða um kapp. “Hvørjum møtti tú?” – “Einum úlvi?” spyr Jákup eitt sindur ivandi. “Frálíkt! – og at enda: Hvørs vegna?” ... Tá verður kvirt inni í flokkinum.

Flestir føroysklærarar kenna omanfyri nevndu støðuna. Vit venja bendingar. Tað gongur fínt, men tá ið vit koma til hvørsfallið, steðga vit upp. Hvørsfall fellur okkum ikki natúrliga. Hvussu ber tað til? Er tað tí, at vit ikki duga nóg væl føroyskt? Neyvan.

Gamaní brúka vit hvørsfall, tá ið vit seta orð saman (bátastevna, útvarpssending, mjólkarbóndi) og í føstum orðingum oftast við fyrisetingini til (til handils, til Kvívíkar, til fjals). Hvørsfall er nógvastaðni í føroyskum – serliga í skriftmáli. Men hvørsfall verður í dag sjáldan nýtt at siga frá ogn, sbr. telefon drongsins. Heldur siga vit telefonin hjá dreinginum. Um vit kaga í føroyskar mállærur, er skjótt at síggja, at hetta er einki nýtt fyribrigdi.

Í umleið 1830 skrivar Jákup Nolsøe, lítlibeiggi Nólsoyar Páll, fyrstu mállæruna, sum lýsir føroysku bendingarskipanina. Hvørsfalsnýtsla var uttan iva farin av móta í 19. øld í vanligum gerandismáli, tí longu tá var tað trupult at vita, hvussu hvørsfallið skuldi vera. Til dømis velur Nolsøe í hvørsfalli, fleirtali Flösku og Kannu heldur enn fløska og kanna. Og í bundnum sniði hevur hann eftir danskari fyrimynd Ejaðs, Båtins og Borðis heldur enn eygans, bátsins og borðsins. Nolsøe sigur við ringum tannabiti, at fólk hava vant seg at brúka fyrisetingar og siga Hålsurinn å Flöskunni heldur enn við hvørsfalli, Flöskunnar Hålsurinn.

Hammershaimb skrivar eisini í mállærunum hjá sær (1854/1891), at fólk hava lagt av at brúka hvørsfall og tosa heldur við fyrisetingum – einamest hjá saman við hvørjumfalli, sbr. bólturin hjá manninum heldur enn bóltur mansins. Hammershaimb velur tí at seta hvørsfall í klombur. Tað sama ger Jákup Dahl, sum skrivar skúlamállæru í 1908, og eingilskmaðurin W. B. Lockwook, sum í 1955 skrivar á enskum til útlendingar.

Men so koma skúlamállærurnar í 20. øld og vilja gera upp við hesi klombrini. Tí síggja vit frá 1920 sum heild hvørsfall lýst sum eitt regluligt fall eins og hvørfall, hvønnfall og hvørjumfall – við ongum klombrum. Tankin er helst tann, at tað skal bera til at læra seg hvørsfall formliga. Harafturímóti verður lítið og einki sagt um, hvussu hvørsfall skal nýtast. Tú skalt bara spyrja hvørs vegna.

Í 21. øld vendir rákið aftur til at seta klombur um hvørsfall. Hjalmar P. Petersen staðfestir í 2015, at føroyskt hevur trý produktiv føll (hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall) og eitt óvirkið fall (hvørsfall). Nú eitur tað, at vit brúka possessivar í breiðari merking og ikki bara hvørsfall um ogn. Vit brúka hvønnfall (Dóttir bóndan), -sa (Jákupsa húgva) ella fyrisetingar (Koppurin hjá Báru). Hvørsfall er í meiri formellum skriftmáli (Landsroyndir fólkaskúlans) og t.d. í nøvnum á almennum stovnum (Kringvarp Føroya).

Hyggja vit í orðabøkurnar, er eingin ivi um, at føroyskt hevur fýra føll. Hvørsfall er altíð við, hóast tað óivað er konstruerað í fleiri førum. Vit málbrúkarar mugu gera av, hvussu vit brúka tað. Uttan víðari fara vit neyvan aftur at brúka hvørsfall í gerandismáli eins og íslendingar.

Ymiskt er, hvat fólk halda um hvørsfall. Onkur heldur tað vera fínt at lýsa hvørsfallið við fyrivarni, og onnur halda tað vera synd at hava hvørsfall í klombrum. Tað fer so ongan veg. Spurningurin er kanska heldur, um vit ikki eiga at hjúkla meira um hini trý virknu føllini. Tað er ein sannroynd, at hvørjumfall er viknað hjá nógvum yngri málbrúkarum. Um tað rákið sleppur at halda fram, fer onkur mállæruhøvundur helst at seta klombur um hvørjumfall, áðrenn vit vita av.

Sigmund Jógvansson