Eru rættindi nakað í sjálvum sær?
Í ár fall móðurmálsdagurin millum valanna, millum fólkatingsvalið og løgtingsvalið.
Móðurmálsdagin, 25. mars, føðingardagin hjá V. U. Hammershaimb, heitir Málráðið á øll í Føroyum um at hava føroyska málið í huga.
Endamálið við degnum er at varpa ljós á móðurmálið hjá okkum, føroyskt. Dagurin er, serliga nú vit velja okkum nýggj umboð á ting, eitt gott høvi at minna á, hvønn týdning málið hevur fyri okkum øll; tá ið politiskar avgerðir standa fyri framman, er avgerandi at hugsa um týdningin, sum málið hevur fyri samleika okkara.
Tað er tó ikki bara eitt viðurkent móðurmál í Føroyum. Síðani 2017 er føroyskt teknmál eisini móðurmál í Føroyum, sum Málráðið skal røkja, eins væl og føroyskt talumál.
So grundleggjandi rættindini hjá móðurmálunum eru upp á pláss. Teknmálsbrúkarar hava eisini tryggjaðan rætt til undirvísing í og á sínum móðurmáli, eins væl og rættin til tulk. Rættindi eru tó ikki nógv verd, um tey ikki kunnu setast í verk. Gamaní kom føroyska stavsetingarorðabókin fyri tveimum árum síðani, men ymiskt regluverk, ið hoyrir orðabókini til, er enn ikki liðugt, og fremmand heiti, nøvn og orð tysja fram og troka móðurmálið burtur. Illa er eisini statt við SignWiki, teknmálsorðabókini. Gott vit hava hana, men til at gera teknmálsorðabókina nýtiliga, meta vit, at tað mangla fleiri ársverk, til hon hevur nóg mikið av teknum/orðum til vanligt brúk. Eisini er tørvur á at seta teknini inn í dømi; sum nú er, er bókin bert ein orðalisti.
Í nógv ár hava vit víðkað sjónarringin við at hava íslendskt, norskt og svenskt sum part av føroyskum í fólkaskúlanum, og tað er gott; men hvussu er so við teknmáli, læra vit uppvaksandi ættarliðið teknmál? Vit gloyma viðhvørt tað upplagda, at læra málini í landinum. Ynskiligt er sjálvandi, at føroyskt teknmál verður ein lærugrein, men at fáa tað inn í skúlan, má vera eitt minsta krav.
So hóast løgtingsvalið verður í morgin, og onkur kanska heldur, at vit hava aðrar spurningar at umrøða, eigur málið framvegis at hava ein natúrligan og týðandi leiklut í almennum orðaskifti á hesum degi. Uppgávurnar fyri framman eru nógvar; vit eiga at arbeiða miðvíst við at skapa málunum báðum bestu treytir – serliga í verki.
Lætt er at gremja seg, men okkurt er at gleðast um. KvF letur sendingar tulka til teknmál, so til ber hjá teknmálsbrúkarum at fylgja við valinum.