Uppávegin
Tað hevur mangan verið spurt, hvaðani uppávegin stavar. Tað er ein møguleiki, at tað kemur frá sagnorðinum viga, sum á norrønum hevði formin veginn í øðrum lýsingarhátti. Í kvennkyni var formurin vegin. Bendingin var vega – vá – vágum – veginn.
Til tess at greiða frá uppávegin er neyðugt at hyggja nærri at slíkum sum fara niður av, koma fyri seg og øðrum lýsingarhátti av hesum sagnorðum + bitlum, sum eru niðuravfarin og aftyrfyrisegkomin. Herðingin í hesum orðum er víst við undirstriking, og sum sæst, so er hon ikki har, sum herðingin vanliga er, t.e. á fyrra liði í samanseting: árabátur. Uppávegin stavar upprunaliga frá ‘hon er uppávegin’, t.e., at tað er ‘vigað upp á hana’. Hon er ‘tung’. Tað er ógviliga vanligt, at tað at vera við barn hevur merkingina ‘tung’. Í íslendskum nýta tey þunguð ‘tungur’ , sum í stúlkan var þunguð. Gravid gongur aftur til gravis ‘tung/ur’, og í gæliskum er orðið trom ‘tung/ur’; í polskum er orðið fyri uppávegin eisini tung/ur’, og soleiðis kundi mann hildið fram. Tá ið merkingin av vegin ‘vigað’ merkingarliga fánar, verður uppávegin til upp á vegin, har annar lýsingarháttur vegin verður umtulkað og sett í samand við vegur, eitt orð, sum tað upprunaliga ikki hevði nakað samband við.
Kelda: H. P. Petersen: Uppávegin, Frøði 1/2021.