Krage søger mage
Føroysk mentan er serstøk fyri okkum, so sjálvsagt vilja vit goyma hana til eftirtíð og eftirkomarar. Forhippað og forlipt í tí spennandi nýggja úr stóru verð gloyma vit tó viðhvørt, at mentan má røkjast fyri ikki at enda sum ein savnslutur.
Í februar eru tveir dagar serliga knýttir at kærleiksteknum, tað eru kyndilsmessa og valentinsmessa. Fyrr royndu unglingar á kyndilsmessu at finna út av, hvussu og hvaðani teirra komandi maki fór at vera. Nú á døgum taka pørini sakina í egnar hendur á valentinsmessu og geva makanum sveimandi gávur og serliga umsorgan.
Tá eg var barn, fortaldi mamma mær á hvørjum ári um, hvussu tey í Sundi kyndilsmessuaftan spáddu um makan við at bróta eitt egg og koyra hvítan í eitt glas av vatni, ið stóð í vindeyganum. Morgunin eftir sóu tey ábendingar í hvítanum, um hvørja yrkisleið makin fór at hava.
Eisini greiddi hon frá, hvussu tey kastaðu kráku. Fyrireikingarnar byrjaðu aftan á nátturða kvøldið fyri. Tey riggaðu seg við steini, torvkongli og beini. Alt hetta gjørdu tey uttan at tosa, og tað var so absolutt tað ringasta hjá mammu, at tiga til kastað var morgunin eftir!
Fastandi fóru tey so út um morgunin, funnu sær eina kráku, søgdu gandaørindið og kastaðu lutirnar eftir krákuni. Tað riggaði vist heilt væl; tey vóru, í hvussu er, væl foreint við kunningina, uttan tá krákan setti seg á kirkjuna, tí tá skuldi makin doyggja ungur.
Eg var barn í 70’unum, og tá vóru hesi spøl longu avløgd, bæði í hennara bygd og mínari. Eg havi enn sum tá ikki sæð ein torvkongul! Bein og ein stein hevði eg nokk dugað at funnið mær, men eg mátti sum øll á mínum aldri í skúla klokkan 8; tað var ikki pláss fyri hesum kanningararbeiðnum í klokkustýrda gerandisdegnum, so siðvenjan varð ikki endurnýggjað og er nú bara minnir.
14. februar fyri góðum 20 árum síðani kom so Valentin til Føroya. Dagurin snýr seg um stevnumøti, og um at vísa kærleika og umsorgan. Handilslívið var primus motor at føra hesa elligomlu, nýggju siðvenju inn, sum tað eisini hevði gjørt við aðrar merkisdagar - serliga hevur mammudagurin eydnast handilslívinum væl.
Tí alt skal ikki endiliga vera sum fyrr. Vit fáa nýggjar siðir inn í árshjólið. Børn ganga tó enn langaføstu ella grýlu, sum øll nú kalla tað. Gamaní mánakvøld, heldur enn grýlukvøld, men siðurin livir. Nøkur ganga kanska eisini allahalganargongd ella hava grýluveitslu tá. Vit læra ikki børnini at dansa í heimahúsum longur; tað gera dansifeløgini, tá tey skipa fyri barnadansi, og skúlin hevur eisini kvøðing og dans sum pensum.
Tá vit velja tað nýggja, standa vit eisini við valinum, um at taka gamla førningin við fram á leið, ella at seta leypin á savn. Leypurin við skjaldri og útstappaðari kráku, við steini, beini og torvkongli er endaður sum eitt minni um fyrr-í-tíðina.
Tí tað er nú einaferð so, at livandi mentan bara livir í samværi millum vert og veru, hon goymist ikki uttan vert. Hvussuleiðis vit halda lív í er eitt sindur líkamikið. Viðhvørt mugu vit flyta ein merkisdag til vikuskiftið, ella lata grýlur í tíðliga føstulávintsmánamorgun áðrenn skúlatíð, har børn fyri tveimum ættarliðum síðani sjálvi riggaðu seg í dularbúna týskvøld og fóru húsagongd. Livilíkindini valdast ikki aldurin á siðinum, men um siðurin verður integreraður í samfelagið, vit nú liva í.
Valentin hevur ikki gjørt av við krákukast, valentinusarband okkara við krákuna hava vit sjálvi valt at slíta við einki at broyta.
Lena Reinert