Málslig ráðgeving
24.12.2024

Jóla- og nýggjársheilsan frá Málráðnum

Góðu málvinir heima og uttanlands

So vóru aftur jól, og aftur í ár fingu vit eina jólagávu. Í fjør fingu vit 250.000 kr., sum fóru til rættlestur og tey síðstu løggildingarstigini av Stavsetingarorðabókini. Tað var gott. Bæði tí at hon hevði verið so leingi á veg, men eisini tí at rættlestrarliðið, ein dugnaligur og fjølbroyttur skari, fór so hugagóður til verka. Pengarnir vórðu væl brúktir. Tíðarætlanin helt (17 fólk, 7 vikur og 65.000 orð), øll kýttu seg, og Setrið stuðlaði okkum so væl við ókeypis hølum.

Og 25. mars, á sjálvum móðurmálsdegnum, hátíðarhildu vit avrikið í Varpinum. Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, segði m.a.: “Vilt tú náa nakað skjótt, ger tað sjálv. Vilt tú náa langt, ger tað so í felag.” So satt, so satt! Stavsetingarorðabókin fær meg eisini at hugsa um og minnast Eivind Weyhe. Gott, at hann upplivdi, at Stavsetingarorðabókin kom undir koll (hoyrdi hann brúka hesa orðingina um student, sum var liðugur við ritgerð sína). Eivind var ein ótømandi kelda, sum leskaði so mong. Ein fyrimynd upp á nógvar mátar, og hann bæði lærdi seg og lærdi frá sær – líka til tað síðsta. Tað er so vanligt at siga, at maður kemur í mans stað og skoyta skjótt víðari á lívsleiðini. Ja, ja – eg havi nú hug at siga tað sama sum tann (eg haldi, tað var Andrea Árting), ið legði aftrat hesum orðataki, tá ið bátasmiðurin Lias í Rættará hevði lagt árarnar inn: “… ja, men viðhvørt letur hann bíða leingi eftir sær.” Og javnan hugsi eg um Eivind og hesi orðini, tí hvør skal taka arvin upp eftir hann?

Nú árið nærkast sínum síðsta degi, eru vit helst fleiri, ið bæði hugsa um árið, ið fór, og tað, sum er fyri framman. Vit syrgja okkurt og onkran, men glottar eru altíð. Teir mugu vit krøkja okkum í og lata vera vón okkara, og sóldagarnar súgva vit orku í okkum.

Ein glotti hjá Málráðnum var, at frágreiðingin um lógina um málráð varð handað landsstýriskvinnuni í mai, og aðalorðaskiftið í septembur bendi veruliga á, at inniliga tilmælið um stjóra fór at síggjast aftur í fíggjarlógini fyri 2025. Ein annar glotti var, at vit tóku samstarv upp við ymiskar almennar myndugleikar um orð, orðingar og orðalag og fóru at halda partar av lógini um málráð, sum hava verið burturraðfestir nøkur ár vegna vantandi arbeiðsmegi og fígging. Vit hava ikki brotið lógina við vilja, men umstøðurnar, sum vit hava virkað eftir, hava lagað tað soleiðis. Ein triði glotti var, at vit fingu máltænastuna at virka betur, við tað at fólk kundu spyrja gjøgnum nýggju heimasíðuna. Vit fingu ikki bara slætt borð nakrar ferðir gjøgnum árið; vit fingu eisini ruddað upp í gomlum spurningum, sum vóru dotnir niðurmillum. Ein fjórði glotti var, at útlendska samstarv okkara varð tikið upp aftur, soleiðis at vit aftur eru við í ymiskum norðurlendskum netverkum, verkætlanum og samstørvum. At talið av facebookfylgjarum vaks við 1000 fólkum, má sigast vera ein sóldagur av teimum heilt góðu. Nú heystið var um at sleppa takinum og lata veturin sleppa framat, sá samstarvið við ymisku myndugleikarnar og framhaldsarbeiðið við Stavsetingarorðabókini út til at vera annar sóldagur okkara: Fylgibólkurin var mannaður og hevði havt sín fyrsta fund, og fundarøð fram til várs skuldi gerast.

So hendi tað, sum ikki skuldi henda, men sum kortini hendir viðhvørt: Stovnurin varð raktur av uppsøgn og sjúku, og fíggjarrúm var ikki fyri avloysara. Stovnurin stongdi avgreiðsluna og steðgaði við øllum virksemi, sum lógin legði upp til. Eg fór at ivast í, um vit yvirhøvur vóru ein stovnur, tá ið vit tola so lítið av. Við 1½ málfrøðingi í starvi umboða vit næstan meira máldeyða enn nakað annað. Eg minnist frá lestrartíðini á Føroyamálsdeildini, at vit lærdu, at máldeyði var veruleiki, tá ið bara ein var eftir, sum tosaði málið, tí tá hevði viðkomandi ongan at tosa við. Er veruleikin, at tað bara er á takksama pappírinum, at vit eru ein stovnur? Viðhvørt haldi eg tað, og eg veit ikki, hvat skal til, fyri at myndugleikarnir skilja, at hetta er ikki at spæla við. Tað er við móðurmálinum sum heilsuni – tað er eittans! Vit hava ikki ráð til skeivar avgerðir og raðfestingar. Hvussu ber tað til, at stovnurin skal vera so undirfíggjaður og fáa so vøkkult grundarlag at byggja á? Almennu Føroyar hava latið okkum koyrt tangan tóman. Eg hopi ikki, at tað hendir aftur í bræði, tí tað er dýrt. Hvør sigur, at vit steðga upp beint við eina bensinstøð/løðistøð? Tað kann vera, at okkum bæði tørvar sleip og eyka umvælingar eftir slíkt tørn.

Nú farið er um stytsta dag, og ljósið aftur vinnur á myrkrinum, má eg heldur royna at lata vónina eiga fyrsta boð. Vónina um, at vit í felag vilja málinum væl. Í felag, tí vit skulu ikki bara langt, men allan vegin.

Eg má krøkja meg í vónina. Vónin liggur kanska fyri ein part í hasum hálva málfrøðinginum, sum ger, at enn er samrøðuni lív lagað. Eg má síggja hann sum tann, ið heldur okkum frá máldeyða. Eg haldi tað… Vónin er og verður eisini kveikt av tykkum málvinum, sum á onkran hátt gera vart við tykkum. Tað fløvaði, at fleiri søgdu seg vilja hjálpa, tá ið vit vóru noydd at steingja avgreiðsluna í novembur og árið út. Tað birti eisini vón, at Málráðið fekk 300.000 kr. aftrat á fíggjarlógini 2025. Annað árið á rað, at vit fáa eina góða jólagávu. Gott. Og takk fyri tað. Nógv er at brúka pengarnar til: dagliga leiðslu á Málstovuni, styrkja umsitingina, víðka málfrøðitænastuna, skunda undir viðlíkahaldsarbeiði við Stavsetingarorðabókini, tryggja okkum bráðneyðugan kt-førleika og máltøkniinnlit. Gott, at ynskini eru ókeypis. Vit vita og skilja, at upphæddin bara kann brúkast eina ferð, og vit fara at umsita skotið í byrsuni so væl, sum vit kunnu.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Randi Kúrberg, forkvinna

 

P.S. Høvuðsmyndina hevur Heiðrikur á Heygum teknað, og er hon jólakort, sum skúlabørn hava sent sínum kæru. Eitt frálíkt hugskot, ið millum annað vísir, hvønn sosialan og upplýsandi týdning mál-, lesi- og skriviførleiki hevur.