Málslig ráðgeving
21.05.2024

Málráðið handað frágreiðing

14. mai handaðu vit Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, eina frágreiðing um, hvørt málráðið virkar eftir lógini um málráð.

Tá Málráðið varð skipað við lóg í 2012, varð ásett, at eftir trimum árum skuldi ein frágreiðing skrivast um, hvørt Málráðið virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg. Eitt tað fyrsta, sum landsstýriskvinnan setti í verk, var at fáa hesa frágreiðing til høldar, sum hon nú ætlar at leggja til orðaskiftis í Løgtinginum seinni í ár.

Sirið Stenberg sigur seg fegnast um, at politiska skipanin í næstum fær høvi at skifta orð um Málráðið, og hvussu tað virkar. Málráðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum, tí tað skal røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið. Tað skal harumframt vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum.

Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er eisini at áseta føroyska stavseting, og á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 var fyrsta útgávan av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram og kann nú nýtast á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Í Málráðnum eru ellivu limir, og av hesum sita fimm í starvsnevndini. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, eru Randi Kúrberg, forkvinna, Helena Kannuberg, varaforkvinna, og Heri J. Joensen, limur í Málráðnum.

Á myndini sæst vinstrumegin Helena Kannuberg, næstforkvinna, í miðjuni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og høgrumegin Randi Kúrberg, forkvinna.

Frágreiðingin kann lesast her.