Málslig ráðgeving
02.04.2024

Røða hjá Theodori E. D. Olsen á móðurmálsdegnum

Á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 bar Theodor E. D. Olsen fram røðu í fullsettum Varpi í sambandi við, at Stavsetingarorðabókin varð løgd fram. Við loyvi frá Theodori verður røðan endurgivin her.

Hammershaimb, skriftmálið og Stavsetingarorðabókin

Í míni lestartíð á Garði í Keypmannahavn høvdu vit einaferð vitjan av einum kendum íslendskum rithøvundi. Hann fortaldi m.a. um íslendsku sagairnar, og um hvussu frægir íslendingar høvdu verið at skrivað tær niður umleið 13. øld. Danirnir sótu púra býttir og lurtaðu eftir íslendinginum, tá hann fortaldi um niðurskrivaðu sagairnar.

Tá eg so skuldi royna at vera stuttligur og spurdi íslendingin, um føroyingar ikki eisini høvdu okkurt at reypa av, tí vit ikki høvdu skrivað okkara skaldskap niður fyrr enn umleið 1850 – áðrenn tað hevði hesin skaldskapur livað øld eftir øld av mannamunni – so helt tann kendi rithøvundurin als ikki, at tað var serliga stuttligt. Hann kendi til styrkina í tí skrivaða orðinum.

Hildið verður, at menniskjan hevur skrivað tekn, tekningar og annað sum boð til hvønn annan í eini 10.000 ár. Men nakað beinleiðis skriftmál hevur hetta ikki verið, tí til tess krevst semja um, hvat teknini merkja.

Nøkur túsund talumál eru eftir í heiminum, og av teimum hava verri enn so øll eitt skriftmál. Men talumálini hvørva skjótari enn skriftmálini. Til dømis tosar eingin í dag latín, men vit brúka teir latínsku bókstavirnar – og vónandi fara fleiri at læra seg latín í okkara miðnámsskúlum, tá tað aftur gerst vælumtókt. Tað hevur gingið upp og niður við latíni í 2000 ár.

Hinvegin brúka tey eitt av somu  talu- og skriftmálum í Kina, sum brúkt varð fyri 20 øldum síðani.

Við skriftmálinum gjørdist møguligt at flyta vitan frá ættarliði til ættarlið, uttan at minnið beinleiðis skuldi brúkast. Tó hevur tað fyrsta skriftmálið neyvan verið brúkt til søgu og hugspeki. Fyrsta skriftmálið, vit vita um, er funnið niðri í Mesopotamiu – núverandi Irak. Tað er eini 5000 ára gamalt og varð brúkt til nakað so praktiskt og jarðbundið sum landbúnað og roknskap. At halda skil á korni og kríatúrum. Skrivikynstrið spratt úr tørvinum at halda húsarhald og føra roknskap.

Restin er søga – og restin er søguskriving.

Skrivikynstrið slapp at royna seg.  “Í lívsins bjargalendi søkja mál, so djarvt sum orð og mannahugsan flúgva”, sum Karsten Hoydal yrkti.

Tað er tó als ikki ein sjálvfylgja, at vit hava eitt mál, og so als ikki eitt skriftmál.

Hóast fleiri ivaleyst vóru – ella høvdu verið - um boðið at gerast móðir ella faðir skriftmálsins, so hava vit nógv 205 ára gamla føðingardagsbarninum at takka, Hammershaimb. Føddur í Sandavági, barnvaksin í Havn til hann var 12, men longu sum studentur á Garði lærdi hann íslendskt millum íslendingarnar har, og skrivaði í 1844 eitt dulnevnt lesarabræv og mótmælti, at Stænderforsamlingen i Roskilde kallaði føroyska málið  “en fordærvet dansk dialekt”.

Árið eftir læt Svend Grundtvig hetta bræv prenta í bókini “Dansken paa Færøerne”, og teir báðir fóru undir at geva út tekstir á føroyskum. Í 1847 fór hann til Føroya at savna fólkaminni, og í 1855 gjørdist hann prestur í Norðstreymoy og búði á Kirkjuteigi í Kvívík í prestagarðinum, sum stendur har enn. 

Goethe skal hava sagt, at tann sum ikki kennir søgu sína 3000 ár aftur í tíðina, livir bert frá hondini til munnin.

Um tað er rætt, veit eg ikki. Men tá Hammershaimb í 1847 skuldi skriva nøkur føroysk heimaráð ella gandakynstur niður og bað íslendska málfrøðingin Jón Sigurðsson hjálpa sær, visti hann kanska  - kanska ikki – at hann við at brúka ta etymologisku tilgongdina til skriftmálið – ta upprunafrøðiligu og ikki ta ljóðfrøðiligu - var partur av tí romantiska rákinum, ið so ella so bant mál og tjóð aftur í søguna.

Men tað er eisini við at kenna søguna, at vit kunnu hyggja frameftir.

Við mínum 10 minuttum her í dag verða ikki stundir at dvølja við allar teir orðadráttir og toganir vit hava havt um okkara mál og skriftmál. Men í dag kunnu vit fegnast um, at vit fáa okkara stavsetingarorðabók, sum enntá er talgild, og Kristin Magnussen hevur ritstjórnað, og fleiri frægir rættlesarar hava fingið til veruleika. Nýggja Stavsetingarorðabókin hjá Málráðnum er øðrvísi í mun til aðrar orðabøkur. Hon er normativ, sum merkir, at hon er ætlað sum fyrimynd ella leiðregla fyri, hvussu vit stava.

Við Gutenberg og hansara prentlist gjørdi skriftmálið sum heild fleiri sjeymílafet fyri eini 500 árum síðani. Men við talgildingini ger føroyska skriftmálið enn eitt skarvslop – ella enntá hol í sjógvin – við at geva fólki atgongd til stavseting, bendingarmynstur o.s.fr.

Nú nevndi eg í fyrstuni, at til eitt skriftmál krevst semja. Vit noyðast at vera samd um, at s er s, og k er k. Men við Stavsetingarorðabókini er kanska ikki ov nógv sagt, at vit fáa eina tjóðarsemju um, hvussu orðini stavast og bendast. Bókin – pappírsleysa bókin – verður enntá løggild ella autoriserað – og hvør veit, kanska við tíðini enntá “kanoniserað”, um hon fær status sum ein tjóðardýrgripur. Tað vænti eg, hon fær! Tí sum sagt: málið verður brúkt í gleði og í sorg frá ættarlið til ættarlið. Men at seta spurnartekn við týdningin av skriftmálinum, tað ber neyvan til. Tað visti íslendski høvundurin, ið fortaldi um sagairnar.  

Tí nú kemur framtíðin okkum ann. At fáast við mál merkir, at vit ongantíð verða liðug. Alt gott um skriftmálið, men tað er lítið vert uttan livandi talumálið, og tað er bara eitt ættarlið frá ikki at hóra undan.

Nú er at herja á hin talgilda tykisheimin, sum hvørt mansbarn situr og hyggur inn í fleiri tímar um dagin. Vit liva í eini tíð við talgildum daddum og dagdvøljum – um vit vilja tað ella ikki. Tí er neyðugt at vinna hetta máløkið – at fáa føroyska talgildar miðlar og fáa føroyska skriftmálið hjá Hammershaimb á appir, teldutráðir, telefonir og telduskráir, so hvørt sum tøkniliga menningin krevur tað. Tí tøkniliga menningin fer altíð at vera eitt stig framman fyri mentanina og móðurmálið. Sum so eru amboðini, teldur, telefonir o.a. ikki vandamikil. Men tað kann tað vera, sum kemur úr teimum.

 

Christian Matras yrkti soleiðis um móðurmálið:

 

Eg fann teg í kvæðum

sum fólksins varrar

lyftu úr øld í øld,

eg fann teg í søgum og sagnatali,

har fólksins brøgd vóru tøld,

eg fann teg í mjúkum barnaljóði,

sum sungið varð vetrarkvøld.

 

Tað var tá, og í dag hevði hann kanska yrkt soleiðis:

 

Eg fann teg í skíggjum,

Sum heimsins varrar

Lyftu kvøld í kvøld.

Eg fann teg í spølum og teldutali

Har hetjan á enskum var tøld

Eg fann teg í tykis teldusjóði

Har geymað varð summarkvøld.

 

Tí er at bróta upp um armar, taka talgild tøk – og ynskja til lukku við gamla Hammershaimb og til lukku við nýggju Stavsetingarorðabókini!

 

Theodor Eli Dam Olsen