Málslig ráðgeving
28.03.2024

Nú er løggilda Stavsetingarorðabókin tøk

Á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 var fyrsta útgáva av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram í Varpinum í Klaksvík, og nú er hon á heimasíðu okkara øllum til gleði og gagns.

Í fleiri ár hevur tørvurin á eini løggildari stavsetingarorðabók verið stórur. Ja, longu í 1931 var víst á, at okkum vantaði eina føroyska stavsetingarorðabók. Nú vit skriva 2024, kunnu vit loksins fegnast um at hava fingið eina talgilda stavsetingarorðabók, ið liggur ókeypis á heimasíðu okkara. Hetta er stórhending, bæði hjá Málráðnum og øllum Føroya fólki. Júst hetta bar avbera góða uppmøtingin í Varpinum á móðurmálsdegnum boð um.

(Myndir: Dávur Winther, sí fleiri á Norðlýsinum her)

Hvussu brúka vit Stavsetingarorðabókina?

Stavsetingarorðabókin snýr seg um stavseting og bending, og tí eru ongar orðafrágreiðingar í henni eins og í Móðurmálsorðabókini. Vit halda, at til ber at siga, at Stavsetingarorðabókin og Móðurmálsorðabókin  fullfíggja hvørja aðra. Vilja vit vita meira um eitt orð, fara við í Móðurmálsorðabókina, men vilja vit vita, hvussu orð verður stavað og bent, og um tað er ávirkandi ella ikki, so er at fara í Stavsetingarorðabókina.

Vit nýta Stavsetingarorðabókina í ivamálum um stavseting, og sum tað stendur í stk. 2, grein 7 í lógini um málráð: Almennir myndugleikar hava skyldu til at fylgja ásetingunum í stavsetingarorðabókini.

Eins og grundlógin er oman fyri aðrar lógir, er Stavsetingarorðabókin hon, ið almennir myndugleikar skulu fylgja í almennum skrivligum samskifti. Sama um aðrar orðabøkur lata upp fyri øðrum stavsetingarmøguleikum. Dømi um hetta kunnu vera orð sum rættiliga, týðiliga og kunnigur, ið bara hava eitt snið. Móðurmálsorðabókin hevur eisini snið við -u, t.d. rættuliga, týðuliga og kunnugur.

Dømini omanfyri eru einsrættan. Stavsetingarorðabókin fevnir eisini um tað øvuta. Eitt dømi um tað er orðið páskir, sum upprunaliga er kvennkynsorð í fleirtali, men sum mong benda sum jól, t.v.s. sum fleirtalsorð í hvørkikyni. Í Stavsetingarorðabókini  eru báðir formarnir loyvdir, men málbrúkarin má sjálvandi vera reglusamur og benda í samsvari við valt snið.

Talgilda umbrótingin argar, og tíverri slepst ikki undan tí

Fyrsta tíðin við Stavsetingarorðabókini á netinum sær út til at vera merkt av fleiri óhepnum villum. Hesar verða rættaðar, skjótast til ber. Hetta eru villur, sum eru hendar í uppseting og formatering -  vit kunnu kalla tað talgild umbróting. Vit eru í tøttum samstarvi við kt-veitara okkara og arbeiða við at lúka tær burtur sum skjótast. Í hesum sambandi vilja vit eisini heita á allar okkara málráðsvinir, at síggja tit eitthvørt, so er at siga okkum frá, tí vit taka ímóti øllum konstruktivum rættingum og bøtandi viðmerkingum á malrad@malrad.fo. Sjálvum handritinum skuldi eingin villa verið í, og tað eru handritið, mannagongd og málsligar avgerðir, sum eru løggild.

Stavsetingarorðabókin framyvir

Hóast Stavsetingarorðabókin í løtuni telur umleið 65.000 orð, so er hon ikki at meta sum liðug. Hon verður dagførd árliga við nýggjum orðum. Øll orð, sum verða løgd afturat, hava verið ígjøgnum eina ávísa løggildingarmannagongd í fýra stigum, sum aðalráð okkara hevur góðkent. Aðrar broytingar av meira prinsipiellum slag verða ikki gjørdar so tíðum, kanska fimta ella tíggjunda hvørt ár. Meir kunning um hetta verður at frætta seinni.

Tøkk

Málráðið vil takka øllum, sum eiga sín lut í, at vit loksins kunnu fegnast um fyrstu útgávuna av føroysku Stavsetingarorðabókini. Tað er hættisligt at nevna nøvn, tí tað er so skjótt at gloyma onkran. Til ber at siga, at tit vita, hvat tit hava gjørt. Tað er tað týdningarmiklasta. Lítið ella stórt, hvørt íkast telur. Hjartaliga takk fyri.

Randi Kúrberg og Helena Kannuberg, forkvinnur í Málráðnum