Nýggj stavsetingarorðabók á gáttini
Málráðið letur nýggja føroyska stavsetingarorðabók av hondum í næstum. Fyrst í januar hittist eitt toymi við 15 føroysktlærarum og føroysktlesandi, sum komu saman at eftirkanna og rætta hvørt einasta orð og tekn í bókini. Nýggja stavsetingarorðabók telur 65.000 leitorð, har bókstavurin S aleinaður telur fleiri enn 10.000 orð.
Kristin Marjun Magnussen, orðabókarritsjóri, hevur síðstu 10 árini savnað orð saman, býtt tey í bólkar og mynstur og skrivað dømi og orðafrágreiðingar.
Nýggja stavsetingarorðabókin hjá Málráðnum er øðrvísi í mun til aðrar orðabøkur. Hon er normativ, sum merkir, at hon er ætlað sum fyrimynd ella leiðregla fyri, hvussu vit stava.
Stavsetingarorðabókin er ætlað sum eitt stavsetingaramboð til øll, tó serliga til stovnar og myndugleikar.
Bókin er talgild og verður tøk á heimasíðu Málráðsins á móðurmálsdegnum, sum í ár verður hildin leygardagin 25. mars 2024.