Navnorðsmál (Jógvan í Lon Jacobsen)
"Seinni hálvleikur útviklaði seg nærmast bara til at vera ein spurningur um støddina á sigrinum". Hetta var ein beista knortlutur og illa orðaður setningur. Men hann er funnin á prenti. "Seinni hálvleikur útviklaði seg", hetta kundi verið sagt, t.d.: sum leið út á seinna hálvleik ella sum seinni hálvleikur gekk. Seinna helvt av setninginum: "ein spurningur um støddina á sigrinum" er dømi um navnorðastíl. Ein natúrligari máti at sagt hetta kundi verið: "ein spurningur um, hvussu nógv annað liðið fór at vinna" ella "hvussu stórur sigurin fór at vera".