Mát (Jeffrei Henriksen)
Tá ið navnorð eru svar til spurningar sum nær? hvar? ella hvussu? standa tey í hvønnfalli.
Vit spyrja t.d. "Nær (kemur hann)?" - "Jú, hann kemur sunnudagin", - hvar? "Hon fór tann vegin", hvussu langt? - "Teir róðu ein fjórðing," - hvussu leingi? "Tað vardi ein tíma", - hvussu nógv? "Tað kostar bert eina krónu", "Hann er ein góðan sentimetur longri", - "Vindferðin er ikki tríggir, men tríggjar metrar um sekundið."
Tílík navnorð, sum merkja okkurt slag av máti, verða verandi í hvønnfalli, tað sama, um tey verða sett aftur at navnorðum í øðrum føllum: "Hetta er eitt hálvan triðja fjórðing langt strekki"; - Hin hendingin var ikki í "einum hálvum trimum fjórðingum longum," men í einum hálvan triðja fjórðing longum bergholi."