Málslig fyridømi (Jeffrei Henriksen)
Besti mátin at ogna sær vakurt mál og málburð er at hava góð fyridømi.
Við tað at málsliga støðið verður lagt alt fyri eitt, sum barn verður borið í heim, ræður um, at tosað verður blídliga við og uttan um barnið og at hildið verður fram við vøkrum og góðum málburði, sum tað veksur, og m.a. at dúgliga verður sagt tí frá søgum.
Talaða málið hevur mestan týdning, men tá ið farið verður undir lesnað, ræður somuleiðis um, hvussu málið í tekstunum er.
Sum tilkomin kunnu vit bøta munandi um okkara egna mál við at geva okkum far um málið hjá stílmeistarum sum Tróndi Olsen, Sigurði Joensen, Heðini Brú og Mikkjali á Ryggi fyri bert at nevna nakrar - umframt Sagnir og ævintýr og sagnir og fólkalívsmyndir í Anthologiini.
Aðrar grundir enn málsligar eru eisini til at lesa klassikarar okkara. Men hjá teimum, ið hava til arbeiðis alment at bera móðurmálið fram, og øðrum ið fáast við at røkja móðurmálið, er hetta einsamalt sjálvsøgd grund til at lesa og gáa eftir málinum hjá stílmeistarum okkara.