Lesiframburður (Jógvan í Lon Jacobsen)
Í gjáramorgunin tosaði eg um ótýðiligan framburð hjá útvarpsfólki. Tað øvuta kemur meira enn so fyri: at upplesarar líkasum gera sær ov stóran ómak við upplestrinum og lata hvørt ljóð koma fram í upplestrinum. Tað er ikki rættur framburður, tá ið lisið verður t.d. bygdirnar og bilarnir, tí tað er gamalt eyðkenni í føroyskum at r’ið í orðum sum bygdir og bilar, hvørvur í framburðinum, tá ið tann bundna endingin kemur afturat, soleiðis at tann rætti framburðurin er /bigdinar/ og /bilanir/. Hetta sæst í gomlum uppskriftum av føroyskum.