Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tað tykist sum at nøkrum útvarpsmonnum dámar sera væl orðingina at leggja oyrað til okkurt, tá ið teir spæla tónleik. Men nógvum lurtarum fellur henda ovurnýtsla fyri bróstið. Fari vinarliga at minna hesar útvarpsmenn á at royna at hugsa um ikki at liggja á teimum somu orðingum, men royna at skifta ímillum.
Sjónvarpið lýsti við einum filmi, tey nevndu kellingsbokslið. Orðið kelling er kvennkynsorð og eitur kellingar í hvørsfalli eintali, tí hevði tað rætta verið at kallað filmin kellingarbokslið.