Klombur (Marius Staksberg)
Útlendska orðið parentes nevna vit á føroyskum klombur. Orðið klombur er hvørkikynsorð, og eitt klombur er annar bogin, vit seta um orð ella setningar, sum vit skjóta inn í ein tekst. Vit seta tó altíð tvey klombur, og saman nevna vit tey eini klombur. Vit brúka tað sostatt mest í fleirtali og siga eitt nú, at eitthvørt stendur í klombrum. Men summi tykjast fata orðið sum kvennkynsorð, klombra, og siga t.d.: Tað stendur í klombru, og eisini t.d.: Tað er sett í klombru. Men orðið er sum sagt hvørkikynsorð og verður mest sum bert brúkt í fleirtali við hesi merking. Í hvør- og hvønnfalli fleirtali eitur tað, eins og í eintali, klombur og í hvørjumfalli fleirtali klombrum. Vit seta sostatt eitthvørt í klombur, og tá ið tað er sett í klombur, stendur tað í klombrum.