Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Nú upp undir jól hoyrist stundum í barnasendingum eitt nú: nær verður jól ella nær verður tað jól, og eg tími ikki at bíða, til tað verður jól. Men tað er skeivt at benda jól sum eintalsorð, tí tað er fleirtalsorð. Av tí at jól er fleirtalsorð, má sagnorðið eisini standa í fleirtali: Jólini eru høgtíð barnanna; lat nú bara jólini koma. Vit kunnu ikki siga t.d. lat so bara jólið koma. Vit kunnu heldur ikki siga: jól hevur einglaljóð, tað kann bara eita: jól hava einglaljóð. Ber til at siga gleðiligt jól. Nei! Nú! Hetta er so seinasti máltáttur í útvarpinum í hesari øldini, so eg fari vegna málnevndina at ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár og takka fyri tað brátt farna. Vit vera aftur at hoyra 3. januar.