Hvussu eitur tað? (Jeffrei Henriksen)
Hvussu eitur 'blíður' á donskum? - Og hvussu eitur 'venlig' á føroyskum? -
Nú er alt vorðið "vinaligt", ikki bara fólk, men eisini amboð, bilar, bátar og hús eru "vinalig".
'Vinaligur' er eitt gott føroyskt orð, men vit eiga eisini onnur orð at skifta við, umframt 'blíður', eitt nú 'barngóður' heldur enn "barnavinaligur".
Og í øðrum høpi: lagaligur, fittligur, passaligur, hóskandi, hóskiligur, høviligur, hugnaligur, hugfarsligur, íheimligur, nossligur, trivaligur, dygdargóður, hollur, álítandi, lítargóður, dyggur, frálíkur, framúr, tryggur, høgligur, hentur.
Tað veldst um, hvat tú tosar um. Men í mínum huga kunnu hvørki amboð, bilar, bátar, hús ella umhvørvi vera "vinalig".