Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Tvey orð, sum ofta koma í bland, eru hurð og dyr. Samband er eisini ímillum tey, men tey hava kortini ymiska merking. Dyr er inngondin til hús og rúm, meðanhurð er plátan í durunum, sum vanliga gongur á hongslum. Vit lata sostatt hurðina upp, tá ið vit fara inn í eitt rúm, um hon ikki longu er opin, og vit kunnu lata hana aftur eftir okkum, tá ið vit eru komin inn. Men tá ið vit fara inn í eitt rúm, fara vit inn gjøgnum dyrnar, ikki inn gjøgnum hurðina. Og tað er øvut at siga, at hann ella hon stendur í hurðini, í hvussu so er tá ið talan er um fólk. Eitt nú ein knívur kann sjálvsagt standa í hurðini, men fólk standa í durunum.
Dyr er kvennkynsorð, og tað er eisini altíð fleirtalsorð. Í hvør- og hvønnfalli eitur tað dyrnar, tá ið tað er bundið, meðan tað eitur durunum, ikki dyrnum, í bundnum hvørjumfalli. Hann fór sostatt inn gjøgnum dyrnar, men hann stóð í durunum.