Nú er føroyska fótbóltskappingin byrjað aftur av álvara, og nógv verður sum vera man røtt um føroyskan fótbólt hesa tíðina. Tvey av fremstu fótbóltsfeløgum okkara eru HB og , men tað kemur meira enn so fyri, at tey verða nevnd Hå-B og Kå-Í. Hetta er í grundini danskur framburður, tí í føroyskum hava vit vanliga ikki langt å. Hetta er sjálvsagt ein leivd úr teirri tíðini, tá ið mest sum alt, sum varð skrivað í Føroyum, varð skrivað á donskum. Eitt nú høvdu flestu av elstu ítróttafeløgum okkara, eins og feløg flest um ta tíðina, donsk nøvn, sum seinni eru føroyskað. Men hesir báðir stavir, h og k, verða framvegis mangan frambornir  og  sum í donskum. Nú átti tíðin eisini at verið komin, at vit føroyska hesar báðar stavir, so vit eitt nú siga Há-B og Ká-Í.