Glottar (Jógvan í Lon Jacobsen)
"Føroyski álopsleikarin vísti tó fleiri glottar í spæli sínum". Ítróttarmálið er ofta fylt og kanska eisini ovurfylt við myndburðum ella myndberingum (metaforum). Tú kanst ikki vísa ein glotta. Tað ber bara ikki til. Skuldi orðiðglotti verið nýtt – sum annars er eitt gott og vakurt orð - skuldi tað verið: fleiri glottar vóru í spælinum hjá tí føroyska álopsleikaranum ella vóru at síggja í spælinum. Hetta vísir, at ikki er nóg mikið, at blaðfólkini kenna orðini, men alneyðugt er eisini at tey vita, hvussu orðini verða nýtt í setningum saman við øðrum orðum.