Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Sjónvarpið hevur havt eina danska sending á skránni nú í seinastuni við heitinum gita og vinn. Gita og vinn eru boðshættir í eintali. Men gita er ikki rættur boðsháttur, tað eigur at vera git og vinn. Sagnorðið gita, eitur í tátíðgitti, og tá ið tátíðin endar við -ti, hevur boðshátturin einki –a í eintali. Tað eru bert sagnorð av slagnum kalla – kallaði, sum fáa –a í boðshátti eintali. Og tí er formurin gita er ikki rættur. Summi eru tó farin at siga gitaði í tátíð, men mælt verður frá teirri bendingini. Men nakað annað er so, at sjónvarpið átti at hugsað um at givið slíkum sendingum fleirtalssnið og kallað sendingina gitið og vinnið, t.e. at nýta boðshátt í fleirtali.