Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Nógv verður gjørt burtur úr ítrótti í fjølmiðlunum. Ikki er óvanligt at hoyra og lesa orðingar sum eitt nú "Neistin kom á odda tíðliga í fyrsta hálvleiki". Henda orðing letur okkum skilja, at dysturin hevur fleiri enn tveir hálvleikir. Tá ið talan er um tveir hálvleikir, er rættast at siga, at Neistin kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Eru fleiri enn tveir møguleikar, nýta vit fyrsti, annar o.s.fr., men snýr tað seg um tveir, eitur tað fyrri og seinni. Og tí er eisini rættast at siga í seinna hálvleiki ikki í øðrum hálvleiki; tí siga vit í øðrum hálvleiki, er talan er um fleiri enn tveir. Boðini eru tí: sigið í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki, tá kann tað ikki misskiljast.