Fyri (Jeffrei Henriksen)
Eisini orðið 'fyri' stýrir hvørjumfalli, har ið eingin broyting er, men hvønnfalli við flyting ella skifti úr eini støðu í aðra. Tú stendur fyri durunum og skumpar kava fyri durunum, men tú mást ikki skumpa kavan fyri dyrnar. Heldur ikki skalt tú sópa fyri egnar dyr, men tú eigur at sópa fyri egnum durum.
Dansur sum annað kann vera fyri ymiskum áskoðarunum (hvørjumfall). Men kunnu eisini teir fara uppí, so er dansurin fyri øll, sum vilja koma við (hvønnfall).
Skulu harafturímóti orð sum oman, niðan, uttan ella onnur hjáorð, ið enda við -an, standa frammanfyri, so stýrir fyri altíð hvønnfalli; tað merkir um ikki flyting, so kortini eitt annað stað enn tað, ið nevnt verður: oman fyri vegin, norðan fyri húsini, uttan fyri dyrnar - og framman fyri hvønn, uttan so at hjáorðið 'framman' er óneyðugt: Vit kunnu siga, at "gøtan lá greið fyri honum." Her ber til at seta eitt herðingarleyst 'framman' inní: "Gøtan lá greið (framman) fyri honum."