Føll (Jeffrei Henriksen)
Tað er ikki altíð líka lætt at hoyra av bendingini, í hvørjum falli eitt orð stendur, við tað at tað mangan ljóðar eins í ymiskum føllum. T.d. eitur tað bæði "hvønnrisa" og "hvørjum risa".
Í fleirtali er í føroyskum sama óbundna orðsnið í øllum navnorðum í hvør- og hvønnfalli: (hvørfall) "Har eru fleiri úlvar, vinir, bygdir, bøkur" - og (hvønnfall) "Eg sá fleiri úlvar, vinir, bygdir, bøkur."
Somuleiðis er bundna sniðið í kvenn- og hvørkikyni eins her: (hvør er?) "Har eru allar genturnar, øll børnini; (hvønn sá eg?) "allar genturnar, øll børnini" (Í báðum førum sama orðsnið).
Í kallkyni er munur: "Har eru allir tríggir úlvarnir" og "eg sá allar tríggjar úlvarnar". - Men eisini her er farið at ridla.