Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Summi orð kunnu hava fleirtalssnið, hóast tey merkingarliga eru eintal. Eitt tílíkt orð í málinum hjá okkum, sum við hvørt verður viðfarið sum fleirtalsorð, hóast innihaldið er eintal, er orðið hús. Orsøkin tykist vera, at orðið í eldri máli varð brúkt við somu merking, sum orðið garður kann hava í dag, t.e. 'sethús, fjós, hoyggjhús og onnur úthús'. Fleirtalssniðið hevur so, sum frá er liðið, knýtt seg aftur at sethúsunum. Vit siga sostatt eini hús, tá ið talan er um hús, sum fólk býr í, men eitt hús um onnur hús, t.d. úthús. Hatta eru eini stór hús ella ...eini vøkur hús, kunnu vit siga um eini sethús, men Hatta er eitt stórt hús ella ...eitt vakurt hús um eitt nú ein virkisbygning. Orðið hús kann eisini hava aðrar merkingar, t.d. 'húski', og tá verður tað eisini viðfarið sum eintalsorð.