Eina ferð, tvær ferðir (Marius Staksberg)
Orðið ferð er vanligt sterkt bent kvennkynsorð og eitur ferðir í hvørfalli og hvønnfalli fleirtali. Í hvønnfalli eitur tað so regluliga eina ferð, tvær ferðir, fleiri ferðir o.s.fr. Men tá ið tað verður brúkt við somu merking sum reis - t.e.eina reis, tvær reisir - verður fleirtalsendingin við hvørt slept, so vit eisini brúka eintalsformin ferð um fleirtal, t.d. tvær ferð, tríggjar ferð o.s.fr. Her áttu vit sjálvsagt at brúkt fleirtalsformin. Tað eitur sostatt eitt nú Hann segði tað eina ferð, men Hann segði tað tvær ferðir og Hann segði tað fleiri ferðir.