Eftir (Jeffrei Henriksen)
Eftir er ein fyrisetingin, ið stýrir hvønnfalli tá ið sagt verður frá broyttum viðurskiftum ella skifti í umstøðunum: "Eftir vegnum (hvørjumfall) kemur ein maður gangandi." - Men "eftir (ella aftan á) vegin (hvønnfall) kemur ein gøta."
Siga vit, at: "hann rennur eftir mær" (hvørjumfall), so er eingin broyting í viðurskiftunum, við tað at báðir renna. Men rennur hann eftir ella aftan á meg (hvønnfall), so er tað skiftið í umstøðunum, at eg renni fyrst og síðani hann.
Liggja teir eftir honum (teir vilja skaða hann), so er eingin broyting, so leingi tað varir; men er hann farin, kann okkurt liggja eftir hann.
Ein bók kann vera eftir ein mann ella eftir eina konu; men tað mugu vera hættisligar bøkur, ið eru eftir teimum.