Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tey, sum eru um okkara minstu, børnini, hava sjálvandi stóra ávirkan á málburðin hjá børnunum: vøggustovur, barnagarðar, kommunalar og privatar dagrøktarmammur, skúlar, frítíðarskúlar, foreldur o.o. Hesi fólk hava tí alstóra ábyrgd fyri málburðinum hjá børnum. Fari at loyva mær at heita á allar pedagogar, lærarar, foreldur o.o. um at vanda sær um málið, tá ið tey tosa við børnini, og t.d. benda fólkanøvn rætt. Eitt nú at siga: hevur tú sæð Svein (ikki Sveinur), hevur tú spælt við Maluna (ikki Malan), rópa á Sigmund (ikki Sigmundur), far eftir Vagni (ikki Vagnur). Harafturímóti eitur tað: rópa á Øssur (ikki Øss), hevur tú sæð Jaspur og Pætur (ikki Jasp og Pæt).