Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Orðið báðum, sum er bent snið av orðinum báðir, kann ongantíð eita báðu. Ofta hoyra vit og lesa eitt nú: teir báðu stóru flokkarnir, eisini hoyra vit ofta t.d. veljaratølini hjá teimum báðu stóru flokkunum á tingi. Hetta er ikki rætt. Tað má eita teir báðir stóru flokkarnir ella báðir teir stóru flokkarnir og veljaratølini hjá teimum báðum ella báðum teimum stóru flokkunum á tingi. Tí kunnu vit sláa rimmarfast, at orðsniðið báðu altíð er skeivt sambært okkara normativu føroysku mállærum.