Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
Siga vit eitt nú "nakrir dreingir, summir dreingir" ella bara "dreingir," so er einki sagt um, hvørjir ella hvussu mangir teir eru, í øllum trimum dømum er talið á dreingjum óavmarkað.
Í hesum dømunum siga vit, at orðið 'dreingir' stendur óbundið (tí har var eingin onnur ending enn fleirtalsending skoytt uppí). Hetta merkir, at vit ikki nevna, hvørjir ið "nakrir ella summir dreingir" eru.
Skoyta vit harafturímóti bundna ending aftur at fleirtalsendingini og siga "dreingir-nir," so er greitt, hvørjir og hvussu mangir teir eru; teir kunnu teljast. Í mállæru siga vit, at orðið 'dreingirnir' stendur bundið; og mongdin er avmarkað.
Óbundin navnorð standa sostatt vanliga óavmarkað, bundin navnorð avmarkað. Mánadagin á føstugangi sláa vit tunnu; kattakongur er tann, ið brýtur tunnuna.