At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tað tykist gerast alt vanligari at hoyra føroyingar siga eitt nú hetta: Nú vit ‘tosa ferðavinnu’ ella nú vit ‘tosa sjálvstýri’. Á føroyskum tosa vit um ferðavinnu og vit tosa um sjálvstýri. Hetta at siga tosa + hvønnfalsávirki man verða ávirkað úr donskum, har tað væl ber til at siga snakke turisme og snakke selvstyre. Men tað ber ikki til at siga soleiðis á føroyskum.