At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
Fari at tríva aftur í aftur ítróttarmálið. Mangan verður tikið til í frásøgnum frá dystum, at eitt nú B71 kom ‘best’ frá byrjan. Men tá ið tað sum í hesum føri snýr seg um samanburð millum tvey lið, eiga vit at nýta miðstig og ikki hástig og siga, at B71 kom betur frá byrjan, tí miðstig er tað einasta rætta í samanburði millum tveir partar. Harafturímóti er rætt at siga, at KÍ var best í fjør, tí tá er KÍ eitt av nógvum liðum.