At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
Heim
Málsligt tilfar
Málsligt tilfar 1985-2013
Máltáttur
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
Har ið sagnorð tekur hvørjumfall, er ávirkið fyri lítlari og ongari broyting aftur ímóti hvønnfalsávirki.
Um vit t.d. bróta okkurt, er tað, ið brotnar, fyri stórari broyting. Sigmundur breyt svørðið; og svørðið nevna vit tí í hvønnfalli. Men at Sjúrður reiggjaði svørðinum var í sær sjálvum eingin broyting við svørðinum; svørðinum stendur í hvørjumfalli, ella sum vit kvøða: "brá hann sínum brandi." -
Men hvat nú við teirri lítlu broytingini, har ið upplýst verður staðið, hvar ið svørðið verður reiggjað? - "Hann reiggjaði svørðinum upp um høvdið" - ella "Hann reiggjaði svørðið upp um høvdið"? - Á nútíðarføroyskum og í kvæðamáli verður eisini nýtt hvønnfall: "(Sjúrður) dregur út sítt búgvið svørð og tað í loftið brá."