Annar og næsti (Marius Staksberg)
Tað tykist at vera torført hjá mongum at skilja millum talorðið annar og lýsingarorðið næsti. Annar er raðtal av tvey og merkir 'nummar tvey í eini røð', t.e. fyrsti, annar, triði o.s.fr. Næsti er sum sagt lýsingarorð og merkir 'tann ella tað, sum er tættast við, ella sum kemur beint eftir eitthvørt'. Tá ið sagt verður frá fótbólti ella hondbólti, og leikari, sum hevur skorað eina ferð, ger mál, verður ofta sagt ella skrivað okkurt sum: Hetta var næsta málið hjá honum. Her átti sjálvandi at verið sagt: Hetta var annað málið hjá honum.
Siga vit í næstu viku, merkir tað 'í vikuni, sum kemur beint eftir vikuna, vit eru í' - summi siga eisini í komandi viku, og tað merkir tað sama - og siga vit í aðru viku, merkir tað 'í vikuni eftir næstu viku'. Og vikan, vit eru í nú, er onnur - ikki næsta - vika í februar.