Málslig ráðgeving

Fyri ein ella einum?

Fyri ein ella einum?

Ofta er ivi um fallið í setningum sum "skeið fyri onkran" ella "skeið fyri onkrum". Skal tað, sum stendur aftan á fyrisetingina "fyri" vera hvønnfall ella hvørjumfall? Ein tummilsregla er, at hoyrir "fyri" saman við einum navnorði – ein bók fyri børn – stýrir "fyri" hvønnfalli. Men um "fyri" hoyrir saman við einum sagnorði – at lesa fyri børnum – stýrir fyri hvørjumfalli. Tað merkir, at vit kunnu siga, at "bókavørðurin lesur eina bók fyri børn fyri børnunum á bókasavninum". Tað ber eisini til "at lesa eina bók fyri børn fyri vaksnum." Her er munurin tann, at navnorðið "bók" hoyrir saman við "fyri børn" (hvønnfall), meðan sagnorðið "lesa" hoyrir saman við "fyri vaksnum" (hvørjumfall). Og hinvegin ber til at lesa eina bók fyri vaksin fyri børnum, men vit mæla frá at gera tað.

Um vit orða tað eitt sindur meira mállæruliga, siga vit, at orðingar við "fyri"+hvørjumfall mynda heildir, har sagnorð og fyrisetingarliður hoyra saman: [lesa]+[fyri børnum], meðan orðingar við "fyri"+hvønnfall mynda heildir, har navnorð og fyrisetingarliður hoyra saman: [bók]+[fyri børn].