Málslig ráðgeving

Hvussu stava vit tøkuorð, sum enda við -sion, -tion ella -ssion?

Hvussu stava vit tøkuorð, sum enda við -sion, -tion ella -ssion?

Orð, sum enda við eftirfestinum -sion á donskum, enskum og øðrum málum (t.d. vision), verða skrivað -sjón á føroyskum (t.e. visjón), meðan orð, sum enda við -tion, verða skrivað -tión (t.d. funktion/function > funktión), og orð, sum enda við -ssion, verða skrivað -ssión (t.d. mission > missión).


-sion: vision - visjón
-tion: funktion - funktión
-ssion: mission - missión