Upprunin til orðið 'epli'
Upprunin til orðið 'epli'
Nú eru tey endiliga aftur at fáa. Eplini. Men hví siga vit 'epli' í Føroyum, tá ið hetta merkir ’súrepli’ í Norðurlondum annars?
Jú, meðan tað norrøna orðið ’epli’ stavar frá ’apaldi’, sum er eitt súreplatræ, so itu tey eplini, sum Kolumbus kom við, ’jørðepli’. Soleiðis itu tey av fyrstantíð bæði í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Týsklandi. Eplini komu til Føroya í 19. øld, men her vuksu eingi súrepli, sum kundu koma í bland, so tá varð ’jørðepli’ bara stytt til ’epli’.
Sostatt eru vit tað einasta landið, sum enn sigur soleiðis um hesa lítillátnu, men vælsignaðu føði, sum mong munnu hava saknað á tallerkunum seinastu vikurnar.
Kelda: A. Torp. 1919. Nynorsk etymologisk ordbok