Upprunin til orðið 'fjeppari'
Upprunin til orðið 'fjeppari'
11.07.2024
Hvørjum liði heldur tú við í EM-finaluni?
Orðið 'fjeppari' er ikki gamalt í føroyskum. Tað var J.H.W. Poulsen, ið kom við orðinum, og hetta var afturi í 80'unum. Vit høvdu orðið 'viðhaldsfólk' frammanundan, men tað var nakað hátíðarligt sum gerandisorð í fótbóltshøpi. Tá í tíðini vóru eisini summi, ið søgdu seg vera 'fan', men hetta enska orðið var óheppið í fleirtali við føroysku bendingarendingini -ar.
Men nú hendir nakað. Í 1990 skorar Torkil Nielsen ímóti Eysturríki í Landskrona, og landsliðið kemur heimaftur við fyrsta sigrinum í føroyskari fótbóltssøgu.
Hvør føroyingur fekk fótbóltsfepur, so her var tørvur á einum góðum orði. Orðið 'fjeppari', sum J.H.W. Poulsen kom við, var tøkt, so tað varð ikki leingi, so vóru øll fjepparar.
Soleiðis er við orðasmíði. Tú veitst ongantíð, um (ella í hesum føri nær) fólkið tekur orðið til sín