Málslig ráðgeving

Soleiðis býður tú 'vælkomin'

Soleiðis býður tú vælkomin

Festivalar, summarlegur, brúdleyp. Føroyska summarið er stúvstappað við tiltøkum. Siður er, at fyriskiparin ella verturin býður gestunum vælkomnum. Nú er vorðið vanligt at hoyra og lesa ymiskt sum: "Vit bjóða tykkum vælkomin", ella "Tey bjóðaðu honum vælkomnan". Men 'vælkomin' skal samsvara við hvørjumfall sum í dømunum á myndini.