Heinta ella henta
Heinta ella henta?
Tað er ikki bara skøran, sum er innræsin. Orðið 'heinta' hevur spjatt seg og nærum týnt orðið 'henta'. Hesi bæði orðini hava ymiskan uppruna og ymiska merking. 'Heinta' æt á eldri máli 'heimta': at fara eftir/at føra heim; meðan 'henta' stavar frá 'henda': at taka upp við hond. Orðini munnu vera komin í bland, tí summi halda, at tað ljóðar føroyskari at siga heinta, tí 'hente' er eitt danskt orð.