Málslig ráðgeving

Upprunin til orðið 'samkyndur'

Upprunin til orðið 'samkyndur'

Fyri 36 árum síðan kom Málráðið (sum tá æt Málnevndin) við orðinum 'samkyndur' í staðin fyri orðið 'kynvilstur'.

Í sambandi við dagin í dag fara vit aftur í tíð og endurgeva tveir tekstir úr Orðafari (t.e. brøv, ið Málnevndin í síni tíð sendi fjølmiðlum o.ø. áhugaðum), har ið grundgivið verður fyri hesum orðasmíði.

10. mars 1988

Nú ið so nógv verður talað og skrivað um hesa herviligu sótt 'eyðkvæmi' [AIDS] (beinrakið orð, ið hegnismaðurin Hanus Debes Joensen hevur gjørt), eru orð sum "homoseksuellur", "homoseksualitet", "biseksuellur" og "biseksualitet" í heilum á lofti. Saknur er í góðum føroyskum orðum fyri hesum fyribrigdum, og við vaksandi tollyndi hesum viðvíkjandi munnu flest vera á einum máli um, at kynvilla, kynvilstur og kynvillingur valla eru hóskandi longur, tí tey tykjast ov dømandi.

Orðafar vágar sær at seta fram uppskot um nøkur orð, við teirri vón, at tikið verður ímóti teimum við fatan og vælvild.

Kjarnaorðið er kyn, id kemur í staðin fyri "sex" í útlendsku orðunum. Við eftirfestinum -d fæst kvennkynsorðið kynd, ið skal merkja "seksualitet". Lýsingarorðið -kyndur skal merkja "-seksuel". Við forliðinum sam- 'homo-', tví- 'bi-' kunnu vit evna til hesi orð: samkyndur, tvíkyndur. Samkyndur persónur hevur hug á sama kyni, tvíkyndur á báðum kynjum.

11. apríl 1988

Í seinasta Orðafari vóru uppskot um føroysk orð í staðin fyri fremmandaorðini 'homoseksuel' og 'biseksuel'. Orðini vóru samkyndur og tvíkyndur. Fyrra orðið hevur fingið undirtøku hjá nøkrum fáum, men tíverri í skeivum sniði: "samkynjaður". Tað var við vilja, at nevndin ikki læt seinna lið á orðinum hava henda form, tó at hann var til umrøðu. Ímóti honum talar, at hann longu hevur verið nýttur við merkingini 'við kyni', t.d. í plantufrøðini: tvíkynjaður 'við tveimum kynjum', bæði kallkyns og kvennkyns í senn. Summar plantur eru tvíkynjaðar. "Samkynjaður" kundi tí merkt 'av sama kyni', t.d. "hann er samkynjaður við hann", t.e. 'av sama kyni sum hann', orðað á líkan hátt sum t.d. "hann er javngamal við hann". Eisini kann tað merkja 'av slag', t.d. illkynjaður 'av ringum slag'. Tílíkar hugsanir gjørdu, at nevndin [Málnevndin] heldur valdi orðsniðið samkyndur sum týðing av 'homoseksuel'.

Eitt triðja orð, ið hoyrir upp í henda orðabólk, kom ikki við í seinasta Orðafari. Tað var hinskyndur fyri 'heteroseksuel', t.e. sum hevur hug á hinum kyninum. Fyrri liður í fremmandaorðinum er grikskt héteros, ið merkir 'annar'; 'hin'.

Í lesarabrævi í Dimmalætting summarmáladag verður málnevndini kastað fyri, at hon góðkennir kynvillu við at skjóta upp hesi orð. Til tess hevur nevndin hvørki vald ella heimild. Hon [Málnevndin] hevur heldur viljað roynt at finna føroysk orð, ið eru eins uttanveltað og fremmandu orðini, ið vanlig eru í skrift og talu. Og í royndum eru tey einki uttan týðing av teimum lið fyri lið. Okkara mál má eisini vera soleiðis vorðið, at vit kunnu tala og skriva sakliga um lutirnar uttan at blanda kenslur og fordómar uppí.